Eftir at heimasíðan bil.fo hevði ligið still í meira enn eitt ár, varð síðan lanserað av nýggjum í februar. Tað er Poul Laust Christiansen í Hvalba saman við Dánjali Vestergaard og Bárði Bærentsen, sum eiga og reka heimasíðuna.
Poul Laust Christiansen sigur, at bil.fo hevur fingið góða undirtøku, og áhugin fyri heimasíðuni er vaksandi.
Vit hava gjørt onkrar broytingar sum t.d. at tað nú er ókeypis at lýsa við sínum brúkta bili á bil.fo.
Tey sum ynskja tað kunnu gjalda 149 krónur fyri eykaeksponering av bilinum á sjálvari forsíðuni.
Síðan er brúkaravinarlig, og tað er t.d lætt at samanbera bilarnar á síðuni viðvíkjandi prísi, motorstødd, árgangi o.s.fr. Tey, sum ynska at selja sín bil, stovna bert sín egna profil og skriva tekst og leggja mynd við, sigur Poul Laust Christiansen.










