Ókeypis andlitsmáling

Fyri at fáa stemningin so góðan sum gjørligt undir landsdystinum, bjóðar 12. maður ókeypis andlitsmáling í tjaldinum Tað er vorðið meiri og meiri vanligt, at fólk mála andlitið í litunum hjá flagginum, tá stórar tjóðarhendingar fara fram, eitt nú landsdystur.

Hetta er eisini vorðin traditión til okkara egnu landsdystir, og tað setur ein serligan dám á. Tað sannar felagið 12. maður, og tí bjóða teir í dag ókeypis andlitsmáling til fólk, sum ætla sær til landsdyst.

Tað fer fram í tjaldinum, sum felagið hevur sett upp beint vestan fyri Gundadalshøllina. Har sita ungar gentur til reiðar við vatnmáling og pensli at mála føroyska flaggið á andlitið á teimum, ið vilja gera upplivingina til landsdystin til nakað serligt.

Í tjaldinum ber eisini til at keypa turrikløð, t-shirtir, keppar og annað við 12. mans-logoinum á, umframt eisini hesi hornini, so tú kanst gera vart við teg, tá føroysku leikararnir hava onkra hepna løtu á vøllinum.

So í T-shirt á kroppinum og keppi á skallanum kanst tú fara til landsdyst málað/ur føroyska flaggið á andlitinum. Meiri »nationalur« fær mann neyvan verið