Keypir atkvøður til Bill fyri pizza

– Ókeypis 12'' pizza um tit seta - x við Bill til valið. Soleiðis ljóðar ein lýsing frá Farhatsa Pizza í Runavík.

 

Um tú fremur tað lógarbrot at taka mynd av atkvøðuseðlinum og tær sjálvum og hevur sett krossin við Bill Justinussen, so fært tú eina pizza frá Farhatsa Pizza í Runavík afturfyri. Men tað er ólógligt

– Minst til at taka mynd av seðlinum og andlitinum, at vísa farhatsa pizza í Runavík. Galdandi til og við leygardagin.

 

X við BILL.

 

Soleiðis ljóðar lýsingin um Bill Justinussen, løgtingsmann fyri Miðflokkin, sum er deild á Facebook.

Trupulleikin er bara, at tað er brand ólógligt at taka mynd av atkvøðuseðlinum.

Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sigur við Sosialin, at tað er myndaforboð í valhølunum, og sum veljari hevur tú ikki loyvi at avmynda atkvøðuseðlin, tá tú hevur valt.

– Endamálið við myndaforboðnum er, at tað ikki skal bera til hjá einum valevni ella øðrum at biðja um prógv fyri, hvønn veljarin hevur valt. Tað er ólógligt, tí hetta kann leggja trýst á veljaran, sigur Hilmar Høgenni í samrøðu við Sosialin.

Og tað er júst tað, sum gjørt verður í lýsingini við Bill Justinussen, har tú eisini kanst keypa pizza frá Farhatsa Pizza í Runavík.

 

Bill Justinussen sigur í viðmerking, at lýsingin nú er strikað, tí onkur hevur gjørt vart við, at hetta var ólógligt.

 

##med2##

 

 

 

Um tú fremur tað lógarbrot at taka mynd av atkvøðuseðlinum og tær sjálvum og hevur sett krossin við Bill Justinussen, so fært tú eina pizza frá Farhatsa Pizza í Runavík afturfyri. Men tað er ólógligt