Hesi seinastu árini, er keypiorkan hjá føroyingum vaksin.
Tað staðfestir Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, í kanningini, hann hevur gjørt um prísleguna og lønarlagið í Føroyum og í Danmark.
Hann hevur roknað seg fram til, at síðani 2001 eru lønirnar hækkaðar góð 25% og prísirnir eru hækkaðir góð 16%.
Hinvegin er nýtslan søguliga lág í løtuni og prísvøksturin er at kalla ongin.
Men nú eru útlit til, at prísurin fer at hækka. Kortini verður ikki mett, at talan verður um nakran ógvusligan vøkstur, kanska eini 2%-3%.
Hesum er als onki óvanligt í. Haraftur ímóti verður ikki mett, at rentan fer at hækka nakað nevnivert hesi næstu tíðina.
Men tað er samstundis greitt, at hækka lønirnar ikki samsvarandi, fer keypikraftin at minka.