Keypiorka

Nú fíggjarkreppa herjar um allan heim, ávirkar tað sjálvsagt eisini vanligar borgarar. Á ymsan hátt. Torførari er at læna pening, bæði hjá privatum og hjá fyritøkum. Summar fyritøkur mugu siga fólki úr starvi ella gevast heilt. Valuta-virðið á lokala gjaldoyranum er minkað í nógvum londum og við hesum eisini keypiorkuna.

Men hvat er keypiorka?

Tað kann vera ringt at skilja. Men um vit hugsa, hvat ein arbeiðari kann keypa av vørum og tænastum fyri eina tímaløn, so er tað á góðari leið. Talvan uppiyvir vísir hvussu keypiorkan (Purchasing Power Parities) var í ymsum londum í Evropa í 2007 í mun til matvørur. Meðaltalið 100 er sett fyri øll 27 ES-lond. Tað sæst at londini, ið nýta evruna hava nakað verri keypiorku enn miðal og aftur størri munur er í Noregi og Íslandi. Her er orkan at keypa mat fyri væl lægri.

Felags ES-gjaldoyrað, evran var fyri nøkrum árum síðani fyri atfinningum at minka um veruligu keypiorkuna hjá borgarum í evru-londunum samanborið við londini uttanfyri

Keypiorkan í nógvum londum er minkað heilt nógv seinastu mánaðirnar. Í Íslandi og eystur-evropa í stóran mun. Summi hava skift til tryggu evruna og onnur droyma um tað. Slovakia er seinasta landið sum slapp sær uppí evru-land eftir nýggjár.

Eisini danir eru farnir at tosa um skifta til evruna eftir at hava eygleitt tað trýst, ið eitt nú svenska krónan hevur verið fyri. Ein fólkaatkvøða kemur ivaleyst um hetta.

Hvussu so við okkum? Vit eru partur í danska kongaríkinum og danska gjaldoyranum, men standa uttanfyri Evropeiska Samveldið.

Monako, San Marino og Vatikan-staturin, ið hava handilsavtalu við ES, hava eisini valt at nýta evruna sum gjaldoyra.

Andorra, Montenegro, Og Kosova nýta eisini evruna, hóast eingin avtala er við ES.

Kanska eru dagarnir hjá føroysku pengaseðlunum taldir, nú røddir eru frammi um at nærkast ES og teirra skipanum.