Í mong ár hevur verið greitt, at Magnus Heinason, ið hevur verið havrannsóknarskip síðani 1982, ikki longur er egnaður og tíðarhóskandi, og Havstovan hevur leingi havt ynski um nýtt havrannsóknarskip.
Tá Havstovan fylti 50 í 2009, varð eisini latin ein gáva upp á 10 milliónir krónur frá Forskotsgrunni Fiskiflotans, og vóru hesir pengarnir oyramerktir til nýtt havrannsóknarskip.
Men enn er einki skip komið og kjølurin ikki strektur, men nú kemur sambandstingmaðurin, Kaj Leo Johannesen, við einum uppskoti um, at keypast kann eitt frálandaskip til endamálið.
- Hesi skip, sum kostaðu upp ímóti einari milliard krónur og eru sum spildurnýggj, kunnu í dag keypast fyri kanska 300 milliónir krónur, meðan eitt nýtt havrannsóknarskip fyri 200 milliónir í Norðuratlantshavi er ein "discount"-loysn, segði hann við Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmannn.