Virðisbrævamarknaður
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Hetta er so næsta stigið á fáa ein meira virknan føroyskan virðisbrævamarknað - við meira dynamikki í sigur Petur Holm, stjóri í Kaupthing, nú teir fara undir eina herferð at fáa føroyingar at keypa partabrøv á føroyska virðisbrævamarknaðinum. Hann sigur, at hesin "uttan váða" hátturin at gera íløgur í virðisbrøv er royndur aðrastaðni, men tey hava so roynt at laga eina skipan til føroysk viðurskifti. Kaupthing hevur longu fingið fleiri fyrispurningar um átakið og rokna tey við, at hetta nýggja tilboðið fer at økja um áhugan hjá føroyingum sum heild at keypa partabrøv. Hann útihýsir ikki, at talan kann verða um í hvussu er tveysiffraðar milliónaupphæddir.
Hetta at keypa partabrøv er annars nakað, sum ikki hevur verið so vanligt í Føroyum, men tað hevur so víst seg, at áhugi fyri at keypa partabrøv er vaksandi millum føroyingar. Mynstrið er so spakuliga farið at líkjast tí í útlandinum. Hetta seinasta tilboðið frá Kaupthing er so ein roynd at økja um henda áhuga at gera íløgur í virðisbrøv.
Petur Holm sigur, at eftir at Atlantic Petroelum sum fyrsta føroyska felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum, er hetta so næsta føroyska skrásetingin á sama virðisbrævamarknað. Og tað heldur hann vera eina skilagóða gongd. Hann dylur ikki fyri, at tað innan 2 ár eru komin 2-3 føroyskar fyritøkur aftrat á Virðisbrævamarknaðin. (sí tíðindaskriv)