Blaðsøla
Fyri føroyska blaðsølu er dagurin í dag ein nýggjur varði. Sum fyrsta føroyska blað letur Sosialurin nevnliga upp kiosk á alnetinum, har til ber at keypa dagsins feska Sosial í heilum líki.
Í samstarvi við danska Ekstra-Bladet hevur Sosialurin ment eina skipan, har blaðið kann takast niður í PDF-sniði, og har lesarin so fær lisið blaðið – alt sum tað er. Tó við tí muni, at blaðað verður á telduskíggjanum, heldur enn í sjálvari pappírsútgávuni.
- Hetta er ein kollvelting í tí føroyska miðlaheiminum. Kanska ber ikki til at tosa um kollveltingar á marknaðinum longur, nú broytingarnar eru somikið títtar innan bransjuna. Men hetta er í hvussu er enn eitt stig á leiðini at bøta um tænastuna til okkara til verandi og komandi viðskiftafólk, sigur Jan Müller, stjóri og ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.
Ikki minst vónar hann, at talan er um eina tænastu, sum nógvu føroysku útisetarnir kunnu fáa gleði av. Hetta tí hesi nú kunnu keypa blaðið, mest sum í somu løtu, sum tað er framleitt í Vágsbotni.
Møguleikarnir at keypa í nýggju kioskini hjá Sosialinum eru trinnir. Til ber at keypa blaðið í ein dag, ein mánað ella í heilt ár. Prísurin fyri hesar tænastur er ávikavst 13, 150 og 1.000 kr. Við haldinum ber eisini til at leita fram tann partin av blaðsavninum, sum er tøkur í PDF-sniði.