Ætlaða keypið av helminginum av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging, Lív, er avlýst.
Tað boðar BankNordik frá í morgun.
Ein orsøk er, avgerðin hjá samgonguni at skatta pensjónir við inngjald, staðfestir Vinnumálaráðið.
Í januar 2012 boðaði bankin frá, at yvirtøkan bleiv útsett grundað á, at nakrar tillagingar skuldu fremjast í felagnum innan yvirtøkuna, men í dag er staðfest, at handilin verður av ongum.
Í mai 2011 gjørdi bankin annars keypsavtalu við Føroya Landsstýri um at keypa helmingin av partabrøvunum í Lív fyri 35 milliónir krónur.
Handilin var tó treytaður av góðkenning frá viðkomandi myndugleikum, ávísum tillagingum í fyritøkubygnaðinum umframt, at fyritøkan skuldi lúka øll lógarkrøv.
Keypsavtalan ásetti, at yvirtøkan skuldi fara fram við ársskiftið 2011/2012.
Eftir at sølusáttmálin var undirskrivaður, broyttust viðurskiftini fyri lívstryggingarvirksemi seg heilt nógv og førdi hetta við sær, at partarnir fyri nýggjár avráddu at útseta endaligu søluna til 1. juli 2012.
Ímeðan skuldu allir sáttmálapartarnir við nýggju avbjóðingunum finna fram til semju um leist fyri søluna og framhaldandi lønandi rakstur av felagnum, herundir minking og avmarking av landskassaveðhaldinum fyri tryggingar, teknaðar fyri 1. januar 2000.
Vinnumálaráðið sigur, at orsøkirnar eru m.a., at anga rentan fall við 40 %, herdar solvensreglur, partvíst sum orsøk av fíggjarkreppuni í heiminum, og skatting av pensjónum við inngjald heldur enn útgjald, førdu við sær, at partarnir fyri nýggjár avráddu at útseta endaligu søluna til 1. juli 2012.
BankNordik og Vinnumálaráðið eru í dag vorðin samd um, at handilin við partabrøvunum nú verður av ongum. Føroya Landsstýri heldur tí áfram sum einsamallur partaeigari í Føroya Lívstrygging.