Norðborg var fyrsta føroyska skipið, sum kom á lodnuleiðirnar í Íslandi. Teir fóru úr Fuglafirði hin 4. februar, har teir vóru eftir nótini. Norðborg hevur loyvi bæði at trola og fiska lodnu við nót í íslendskum sjógvi. Týskvøldið í vikuni kom eisini Finnur Fríði sum næsta føroyska skipið á lodnuleiðirnar í Íslandi.
Týskvøldið høvdu vit Jón Rasmussen, sum er skipari við Norðborg, í telefonini.
- Vit hava higartil fingið 600 tons av lodnu, sum vit hava fiskað við troli. Í løtuni sigla vit og leita, men enn hava vit ikki sæð nakað serligt aftur.
Tað eru nú nakrir dagar, síðan vit skiftu orð við skiparan, og nógv kann vera hent síðan tá. Norðborg er framleiðsluskip, men tað eru ávísar treytir í loyvinum hjá íslendingum, hvar teir kunnu fiska, nær teir kunnu frysta umborð, og nær teir ikki kunnu frysta.
Men, skiparin er fegin um møguleikan at sleppa at fiska lodnu í Íslandi aftur í ár, nú eingin lodnufiskiskapur hevur verið í íslendskum sjógvi síðan 2018. Samlaða lodnukvotan í íslendskum sjógvi í ár er ásett til stívliga 127.000 tons, harav føroyski parturin er fimm prosent - ella 6.360 tons.
- Okkara partur av lodnuni í ár er 1590 tons, og hetta kemur væl við, nú makrelurin í bretskum sjógvi glapp okkum av hondum fyrst í hesum árinum, sigur skiparin.
Tað er ymiskt, hvussu gongur við lodnuni í íslendskum sjógvi og fyri so vítt eisini í Barentshavinum, og tað er ofta ikki fyrr enn stutt fyri vertíðina, at avgjørt verður, um lodna kann fiskast í íslendskum sjógvi, og hvussu stór - ella lítil - kvotan verður.
Lodna er fiskur, sum livir lutfalsliga stutt, og tískil hevur tað stóran týdning, hvussu nógv kemur undan einari gýting.
Jón Rasmussen sigur, at teir øll árini, síðan teir byrjaðu at fiska og framleiða lodnu umborð, hava havt keyparar við Norðborg. - Vit hava havt eitt ella tvey umboð við frá japansku fyritøkuni - Hanwa - og soleiðis er eisini á túrinum hesaferð, nú ein japanesari er við okkum.
- Fleiri av keyparunum, sum hava verið við Norðborg gjøgnum hesi mongu ár, kenna vit rættiliga væl. Tá eg rann marathon í Tokyo í 2019, kom ein av hesum monnum á hotellið at heilsa upp á meg, sigur Jón Rasmussen brosandi.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í gjár, verður gjørt burtur úr lodnuveiðini í íslendskum sjógvi, og her er eitt størri prát við Jón Rasmussen, skipara á Norðborg, og her er eisini prát við Jóhan Páll Joensen, stjóra á Pelagos í Fuglafirði.
##med2##