Keypari er til Ros

Fyri einum ári síðan boðaði eitt reiðarí í Litava frá, at tað var áhugað at keypa russiska trolaran Ros, sum í tvey ár hevur ligið í Kollafirði. Einki er hent, tí fútin vil hava greiði á, hvør eigur skipið

Russar

Tað gongur ógvuliga seint hjá fútanum at fáa ekspedera russiska trolaran Ros av landinum. Ros hevur ligið á Kollafirði í skjótt tvey ár. Har kom hann at liggja, eftir at fútin hevði gjørt arrest í skipinum. Nakað seinni fór reiðaríð á húsagang.
Eitt er, at tað kostar ríkiskassanum nógv at hava skipið liggjandi, og teir tríggir russararnir umborð liva av náði. Men skipið spøkir eisini í samráðingunum millum Føroyar og Russland og nervar harvið samstarvið landanna millum.
Finn Ougaard, varafúti sigur, at hann av øllum alvi roynir at finna útav, hvør í grundini eigur skipið. Hann vil hava at vita, um tað finst nakað trotabúgv hjá skipinum í Russlandi.
- Vit vildu fegin selt skipið, men vit mugu fyrst tryggja okkum, at ikki onkur ókend skuld hongur uppií búnum, sigur Finn Ougaard, sum leggur aftrat, at øll eru áhugað í at fáa skipið úr Føroyum.

Dýrur gestur
Tað er dýrt fyri ríkiskassan, at Ros liggur í Kollafirði.
- Vit noyðast at gjalda streym og havnagjald, tí fútin hevur skipið í varðveitslu. Útreiðslurnar eru millum 30.000 krónur og 40.000 krónur um mánaðin, sigur Finn Ougaard.
Higartil hava útreiðslurnar hjá fútanum verið yvir eina millión krónur, tí mánaðarligu útreiðslurnar vóru yrstu tíina hægri enn nú.
Orsøkin til at skipið hevur ligið so leingi er, at fútin hevur bíðað eftir, at onkur eigari fór at gera vart við seg, sigur Finn Ougaard, sum veit, at í Noregi liggja fleiri russisk skip, ið eingin kenst við.
Árni Dam, russiskur agentur í Føroyum skilir als ikki, hví hetta málið skal hava drigið so nógv út.

Hevur keypara
- Eg fann ein keypara fyri einum ári síðan gjøgnum ein agent í Keypmannahavn, vegna ett reiðari í Klaipeda í Litava. Hesum havi eg boðað frá, men einki er hent. Eg havi sett meg í samband við áhugaða keyparan aftur, og hann stendur framvegis við sítt boð, sigur Arni Dam.
Hann heldur, at hetta hevði verið besta loysin, tí hesin keyparin er til reiðar at seta skipið í stand, so tað kann sigla, útvega skipinum siglingarloyvi og senda fólk til Føroya eftir tí.
Menninir umborð fáa mat frá Hjálpini, og tað eigur Leif Erik Niclasen stóra takk fyri, sigur Árni Dam, sum gjøgnum fyritøku sína Faroe Agency eisini hevur hjálpt monnunum eitt við at givið teimum olju.
- Eg havi biðið um fund við fútan, tí vit kunnu ikki liva við, at skipið verður liggjandi her. Tað pínir alt samfelagið, sigur Árni Dam.