Keypa yvir 1000 pakkar á internetinum – um dagin

– Nógv tað mesta, føroyingar keypa á internetinum, eru smáting

Føroyingar hava av álvara fingið eyguni upp fyri tí møguleikar, teir hava, fyri at keypa vørur á internetinum.

 

Føroyingar keypa nevniliga alsamt meiri og meir á internetinum. Og í løtuni er støðan tann, at hvørja einastu viku koma eini 7400 pakkar á posthúsið í Havn við vørum, føroyingar hava keypt á internetinum. Og tað eru altso 7400 pakkar um vikuna, ella yvir 1000 pakkar um dagin.

 

Føroyingar kunnu keypa vørur fyri 300 krónur uttan at rinda toll ella mvg av teimum, og handilsvinnan í Føroyum hevur givið ilt av sær, tí tey halda, at tað er kappingaravlagandi, at teir ikki fáa somu sømdir at selja til føroyingar, sum handlar í Kina og aðrastaðni uttanlands, fáa.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur kunngjørt, at hon fer at endurskoða skipanina við tí endamáli at gera hana smidligari, og við tí endamálið at útjavna munin ímillum at keypa á internetinum og at keypa í einum vanligum handli í Føroyum.

 

Tað er rættiliga veruleikafjart, at handlar í Føroyum sleppa at fyri 300 krónur, tolfrítt og mvgfrítt. Men hinvegin ger Kristina Háfoss greitt, at eitt minstamark má vera fyri, hvat tað ber til at keypa á internetinum, uttan at rinda mvg ella toll.

 

Er einki mynstamark, kunnu útreiðslurnar av at rokna toll og mvg út, verða størri enn tað, sum skal krevjast inn í mvg. Eitt dømi er, at verður ein vøra keypt fyri 10 krónur á internetinum, skulu 2,50 krónur rindast í landskassan í mvg. Tann, sum keypir vøruna skal fyrst rinda TAKS eitt tænastugjald upp á 30 krónur, og síðani 50 krónur í postgjaldi til Posta. Harafturat skal keyparin rinda í 12,50 krónur mvg av gjaldinum til Posta.

Sostatt hevði tað kostað 92,50 krónur í ymsum umsitngargjøldum at kravt 2,50 í landskassan í mvg.

 

Og eitt slíkt dømi er ikki heilt av leið, tí sum heilt eru tað rættiliga bíligar vørur, føroyingar keypa á internetinum.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at ein kanning vísur, at av øllum teimum pakkum, vit keypa á internetinum, kosta 60 prosent av vørunum minni enn 50 krónur, 73 prosent av vørunum kosta undir 100 krónur og 80 prosent av vørunum kosta undir 150 krónur.

 

So hóast markið fyri at keypa mvgfrítt á netinum, varð sett niður í helvt, ella niður í 150 krónur, høvdu 80 prosent av øllum tí, sum verður keypt á internetinum, kortini verið mvg frítt og tollfrítt, staðfestur hon.

 

Ein máti, sum onkuntíð hevur verið nevndur er, at allir pakkar, sum kosta undir 300 krónur, skulu rinda eitt fast gjald, kanska 50 krónur, ella 70 krónur, fyri at útjavna munin ímillum tað, sum verður keypt á internetinum, og tað, sum verður keypt í einum vanligum handli. Samstundis hevði tað verið lætt og einfalt at umsitið.

 

Kristina Háfoss nevnir eisini, at eitt, sum eisini fer at útjavna munin ímillum at keypa á internetinum, er, at ein altjóða postsáttmáli ímillum fleiri lond , er farin úr gildi. Eftir tí sáttmálanum hevur postflutningur úr Kina og øðrum londum, sum vórðu rokna sum menningarlond, til Evropa, verið lutfalsliga bíligari enn at flyta ímillum tvey lond í Evropa.

 

Nú skal ein nýggjur sáttmáli gerast og eftir honum koma lond sum Kina, at rinda meir fyri postflutning, og tað fer at gera tað eitt sindur dýrari.