Væntandi fer Fíggjarmálaráðið í næstum at biðja løgtingið um eina eykajáttan upp á tríggjar milliónir krónur, so keypast kann nýtt skip til Skúvoyarsiglingina. Tað skrivar Sandoyarportalurin.
Tær tríggjar milliónirnar, søkjast skal um, røkka til sjálvt keypið av skipinum og at fáa tað heim. Dagføringar og annað skal so gerast við skipið, áðrenn tað kann setast í sigling, og væntandi fer tað at kosta aðrar tríggjar milliónir, sum koma á fíggjarlógina næsta ár.
Talan er um eitt skip, “Florence”, sum upprunaliga er bygt í 1994 til at vera ferga í Danmark, og tekur tað 36 ferðafólk. Skipið á myndini omanfyri er systirskipið, “Heimdal”, sum tekur 12 ferðafólk og tí hevur størri dekspláss.
Skipið hevur tveir 500 hesta motorar og gongur 16 míl, men roknað verður við, at vanliga ferðin á Skúvoyarleiðini verður 10 til 12 míl. Til samanberingar kann nevnast, at 34 ára gamli Sildberin siglir fimm míl.