Keypa sær pláss á røktarheimi

Kvívíkar Kommuna gongur nýggjar leiðir fyri at tryggja borgarunum búpláss á røktarheimi

Kvívíkar Kommuna gongur nú óvanligar leiðir fyri at nøkta tørvin á eldrabýlum hjá fólkinum í kommununi.

 

- Eitt sambýli tyngir kommunuraksturin rættiliga illa. Samstundis er nýtt røktarheim bygt í Vestmanna, so eg síggi ongi útlit fyri, at Kvívík eisini fær stuðul frá landinum til eitt ellisheim, sum minst skal hava 20 búpláss.

 

Tískil heuvr Kvívíkar Kommuna nú kanna møguleikarnar fyri at keypa ein part av onkrum røktarheimi, sum longu er bygt.

 

Í hesum sambandi hava tey kannað møguleikarnar fyri at keypa ein part av røktarheiminum á Grønanesi í Vestmanna ella at keypa ein part av røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi.

 

Sunda Kommuna kann bjóða okkum ognarrættin til seks búpláss á røktarheiminum í Streymnesi fyri 900.000 krónur hvørt, sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík.

 

Hann sigur, at í Vestmanna ber til at keypa ognarrættin til nøkur fleiri pláss, men har kostar hvørt plássið 1,3 milliónir.

 

Borgarstjórin sigur, at kommunan fer nú at tosa nærri við kommunustýrini í Vestmanna og í Sunda Kommunu um treytirnar.

 

Hann sigur, at í løtuni er tørvur á einum seks røktarheimsplássum í Kvívík og eftirsum prísmunurin er so mikið stórur, væntar hann, at tey fara at hella meiri til at gera eina avtalu við Sunda Kommunu.

 

Keypir Kvívíkar Kommuna ein part av einum røktarheimi, fær kommunan rætt til eitt ávíst tal av plássum og hevur sostatt trygd fyri einum ávísum tali av búplássum.