Keypa risastóran trolara til Føroyar

Eitt felag í Hósvík hevur keypt ein stóran frystitrolara, sum skal fiska undir Afrika

Nýmenning

Hósvíkingar ganga enn einaferð nýggjar leiðir.
Nú hevur eitt felag í Hòsvík keypt ein risastóran frystitrolara úr Suðurkorea.Felagið, sum eigur skipið er Ocean Group Faroes og skipið hevur fingið navnið Athena.
Tað eru feløg í Føroyum og og einstaklingar í Føroyum og íslandi, sum hava stovnað felagið og úr Hósvík eru Joensen-mennnir í Thor nakrir av eigarunum.
Annars fær skipið heimstað í Sandavági.
Og tað er ikki av tilvild, tí skipari á fyrsta túrinum verður Elias Christophersen úr Sandavági, sum eisini er ein av partaeigarunum.
Annars er ølll fíggingin fingin til vega í Føroyum. Tað eru Realkreditturin, Føroya Sparikassa og Ìløgufelagið, Royndin, sum hava fíggjað verkætlanina og tilsamans er verkætlanin slakar 140 mill kronur.
Athena er sera stórt skip. Tað er smíðað í Spania í 1992. Tað er 105 metrar langt, 20 metrar breitt. Annars hevur hon heilar 8050 Hestakreftir í maskinrúminum og hon lastar 2800 tons av frystum fiski. Frystiorkan er góð 220 tons um døgnið.
Athena brúka tungolju til høvuðsmotorarnar og vanliga gassolja til ljósmotoranar.
Skipið hevur koyggjupláss til 150 fólk, men eini 100 mans skulu verða við og yvirmenninir vera føroyingar og íslendingar
Eigararnir siga, at nú skal Athena til umvælingar í Singapore og Spania.
Men Um hálvan mars, fer skipið til fiskiskap og tað verður undir Vesturafrika, har ætlanin er at fiska rossamakrel og annan uppisjóvar við flótitroli.