Keypa nógv minni úr Russlandi - og selja nógv minni til Russlands

Danski samhandilin við Russland, er munandi minkaður síðani álopið á Ukraina

Tað er ikki rætt, at Danmark samstarvar við Russland sum vanligt. Tað vísir ein uppgerð, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur fingið frá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra.

 

Spurningurin um samhandilin við Russland er ein spurningur, ið mestsum kloyvir føroysku tjóðina í tvey, tí nógv vilja varðveita samstarvið og onnur, eitt nú Sjúrður Skaale sjálvur, vilja kvetta alt samtarv við Russlands.

 

Serliga halda fólk at, at sum støðan er nú, er tað skeivt, at almennu Føroyar hava eina fiskiveiðiavtalu við russiska statin.

 

Tey, sum vilja varðveita samhandilin við Russland, vísa ofta til, at Danmark bæði innflytir úr Russlandi, og útflytir til Russlands við sama lag, so tað er eingin orsøk hjá okkum at gevast.

 

Men ein uppgerð frá donsku stjórnini vísir, at bæði danski útflutningurin til Russlands, og danski innflutningurin til Russlands, er minkaður nógv síðani kríggið brast á. Men tølini vísa eisini, at hann er als ikki steðgaður upp.

 

Uppgerðin vísir, at samanumtikið innflytur Danmark lítið úr Russlandi. Og at innflutningurin minkaði úr 1,4 prosentum av innflutninginum í 2021, niður í 0,6% av innflutninginum í fjør. Og Virðið á innflutninginum minkaði úr 18,2 milliardum í 2021, niður í 9,4 millardir 2022.

 

Danski útflutningurin til Russlands var eitt prosent av útflutninginum í 2021 og hann var 0,4 prosent í fjør. Sosttatt er virðið á útflutninginum minkað úr 15,2 milliardum í 2021 niður í 7,3 milliardir í fjør.