Í einari danskari kanning siga 36 prosent av teimum spurdu, at tey hava keypt vørur ígjøgnum internetið, og umleið ein fjórðingur siga seg hava keypt ígjøgnum útlendskar heimasíður og goldið við gjaldskorti. Upplýsingarnar eru úr einari nýggjari kanning, sum Brúkararáðið hevur gjørt, og danska hagstovan sigur, at tølini samsvara væl við teirra hagtøl. Sum skilst er tað serliga prísurin, sum fær danir at keypa á internetinum.