Hóast tað er lætt at keypa vørur á internetinum og møguleikarnir eru óendaligir, gera føroyingar lítið av at innflyta vørur sjálvir úr útlandinum fyri at fáa tað bíligari.
Heri á Rógvi sigur, at flutningurin av pakkaposti til Føroya er rættiliga lítil aftur ímóti innflutningi av pakkaposti til okkara grannalond.
Tað tekur hann sum tekin um, at føroyingar ikki vilja, ikki tora ella ikki duga at keypa vørur sjálvir uttanlands umvegis internetið og at fáa tær fluttar heim til Føroya, hóast tað mangan kann vera nógv bíligari.
- Ein orsøk kann eisini vera, at brúkarin í Føroyum er góður við handilin, hann keypir frá og tískil trúgvur ímóti honum.
Men hann heldur avgjørt, at tað er ein vansi, at tað kostar so nógv hjá fólki at keypa lutfalslig smáting til landið.
- Tað gagnar als ikki samfelagnum, at tað skal kosta fólki 200 krónur at keypa okkurt fyri 500 krónur uttanlands, nevnir hann sum dømi.