Keypa ikki so nógvar bilar longur

Stóri vøksturin í bilasøluni í Føroyum, er hæsaður av aftur

Stóri vøksturin, sum hevur verið í bilasøluni í Føroyum seinastu árini, er nú hæsaður eitt sindur av aftur av.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni fyri, hvussu nógvir bilar eru seldir í Føroyum fyrra hálvár í ár, afturímóti í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at fyrra hálvár í ár vórðu seldir 1068 akfør, tá ið alt er talt við, eisini viðfestisvognar, prutl, pysluvognar og annars alt við hjólum undir.

Og tað eru 111 akfør fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 957 akfør vórðu seld í Føroyum.

Sostatt er talan um ein vøkstur á 11,6 prosent.

 

Nógv tann størsti parturin av hesum er eyðvitað persónbilar og fyrra hálvár í ár vórðu seldir 812 persónbilar í Føroyum, tað er 63 fleiri enn í í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 749  persónbilar vórðu seldir her á landi. Sostatt er talan um ein vøkstur á  8,41 prosent.

Í ár hava føroyingar annars keypt 112 vøruvognar, eitt neyðsendarakfar, 43 prutl, tveir kampingbilar, fimm lendisakfør, fimm bussar og fimm kampingvognar, níggju lastbilar, tveir tangabilar og fýra motorsúkklur, fyri at nevna burtur úr rúgvuni.