Bretskt felag, sum keypir 17.000 tons av toski um árið, vil ikki longur hava fisk úr Eystursjónum Eitt stórt fiskavirki í Bretlandi hevur nú gjørt av, at felagið ikki longur vil keypa tosk, sum er veiddur í Eystursjónum.
Bretska felagið keypir tilsamans 17.000 tons av toski um árið til fiskafingrar, og hetta er ein fjórðingur av øllum toskinum, sum veiddur verður í Eystursjónum.
Í norska fiskivinnublaðnum Fiskaren stendur einki um, hví avgerðin um ikki at keypa tosk úr Eystursjónum er tikin.










