Hóast rentan er so lág sum sjáldan fyrr, og hóast danir hava fingið sera góðar møguleikar at umleggja síni lán, er tað einki, sum bendir á, at fólk hava hug at nýta fyrimunirnar til at keypa sær nýggjan bil.
Bent Mikkelsen í bilainnflytarafelagnum sigur við Jyllandspostin, at tølini í juni vóru líka vánalig sum mánaðarnar frammanundan, og hann sigur seg ikki diuga at síggja nakran glotta fyri framman. Tvørturímóti er hann bangin fyri, at nýggir bilar eru vorðnir so dýrir, at vanligar inntøkur eru ikki nóg mikið til bilkeyp longur.
Lítla bilasølan fer eisini at svíða í statskassanum. Stjórnin hevur roknað við, at bilasølan fer at veksa seks prosent í ár, og at statskassin sostatt fær væl meiri inntøkur frá skrásetingargjaldinum. Men so verður ikki. Bent Mikkelsen sigur, at heldur verandi gongd fram, fer statskassin at missa millum 2,5 og tríggjar milliardir krónur í skásetingargjøldum.










