Keypa helvtina av matinum úr Danmark

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hava vit innflutt vørur fyri 2,5 mia. kr. Stívliga ein triðingur av øllum vøruinnflutninginum kom úr Danmark. Av matvøruinnflutninginum kom helvtin úr Danmark.

 

Av øllum matinum vit innflyta til húsarhaldsnýtslu, kemur útvið helvtin úr Danmark teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað landið vit keypa næstmest frá, tá tað umræður mat, er Týskland, hagani 7% av matinum koma. Nýsæland, Bretland og Niðurlond koma síðani, og hesi umboða hvørt 4% av matvøruinnflutninginum.

 

Annars komu 35% av vøruinnflutninginum úr Danmark fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Umleið ein fjórðingur av innflutninginum úr Danmark er gassolja. Av allari gassoljuni vit hava innflutt í ár er eisini nógv tann stórsti parturin úr Danmark, heili 85%.