Keypa fyri eina milliard

Í summar fekk Manchester City fatur á brasilsku Jo og Robinho. Men nýggju saudiarabisku eigararnir av felagnum ætla sær nógv meira enn so. Sambært News og the World eru Gianluigi Buffon og Kaka ovastir á listanum hjá Mark Hughes, og tað sigst ikki vera nakar trupulleiki, at hesir helst kosta um milliardina. Hartil sigst Mark Hughes hava noterað sær, at Fernando Torres enn ikki hevur skrivað undir nýggjan sáttmála í Liverpool.