Frálandavinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Thor, sum hevur ment sítt virksemi stig fyri stig ? og hevur valt at hava fleiri bein at standa á tvs. bæði fiskiskip og frálandaskip ? gjørdi nú um dagarnar enn eina íløgu í framtíðina, tá tað keypti eitt frálandaskip í Noregi fyri umleið 20 mill. kr. Skipið kom fyri fyrstu ferð á Hósvík í vikuskiftinum og fær skipið navnið "Thor Supplier" .
Talan er um ein kombinerðan supply- og standbybát. Tvs. at hann bæði kann flyta vøru til og frá oljupallum og hava vaktarhald við pallin.
Ætlanin er at brúka nýggjasta skipið í Thor-flotanum sum veitingarskip hjá seismikkskipum í byrjanini. Sáttmáli er gjørdur við Mærsk um uppgávur í danska partinum av Norðsjónum.
Hans Andreas Joensen, stjóri í Thor sigur, at teir sjálvandi eisini hyggja eftir møguleikum í føroyskum øki, bæði í sambandi við seismikkarbeiði og annars boring. ?Vit eru búnir í dag til at bjóða skipið fram sum eitt veitingarskip á føroyaøkinum, eitt nú í næsta ár, tá fleiri av feløgunum fara at bora brunnar sigur Hans Andreas Joensen. Statoil hevur annars brúkt júst hetta skipið sum standbyskip í Norðsjónum í seks ár.
Í dag eigur og chartrar Thor umleið 10 skip, sum arbeiða í altjóða frálandavinnuni. Haraftrat er talan um tey fiskiskip. Hesi mongu skipini geva arbeiði til umleið 120 fólk.
Hans Andreas Joensen sigur, at fyritøkan miðjar eftir at arbeiða globalt, tí tað gevur støðugt arbeiði og ikki minst nógvar royndir. Men tað er so heldur eingin loyna, at felagið fegið sær, at tað kann fáa uppgávur í Føroyum eisini, tá slíkar gerast veruleiki. ?Royndirnar úti í heimi skulu so eisini gera okkum klárar og búnar til at kunna fara undir uppgávur í heimasjógvi, tá tað verður aktuelt aftur. Tá og um nógv arbeiði verður fyri frálandaskip í føroyskum sjógvi, er Thor tilreiðar við síni vitan og sínum skipum sigur virkisfýsni og bjartskygni skiparin og stjórin, sum hóast nógva virksemið á heimsins høvum, tó tykist at hava bæði beinini væl á jørðini.