Keypa Degnshús fyri fimm milliónir krónur

 Valið hjá okkum var einfalt: Vit skuldu velja ímillum at varðveita umhvørvið í miðbýnum ella at fáa ein skrivstovubygning í fimm hæddum niðast á Tinghúsvegnum. Vit valdu at varðveita umhvørvið  og at gjalda fyri tað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Tað er fyri at sleppa undan, at ein bygningur í fimm hæddum verður bygdur á Tinghúsvegnum í Havn, at meirilutin í fíggjarnevnd Tórshavnar Býráðs í gjár samtykti at keypa Degns hús fyri fimm milliónir krónur.
Tað var mikil øsing um málið í fjør, tá ánarin søkti um byggiloyvi til stóra skrivstovubygnin á økinum niðan fyri Havnar Bio á Tinghúsvegnum, har gomlu húsini hjá Anton Degn standa.
Um ætlanin skuldi gerast veruleiki, so skuldu Degnshús burturbeinast, og harvið mettu fleiri, at umhvørvið í miðbýnum varð oyðilagt. Tískil tóku fólk stig til at savna undirskriftir í túsundatali at mótmæla ætlanini.
Sama skilið var, tá Løgtingið ætlaði at byggja nýtt tinghús á Tinghúsvøllinum. Tá vóru eisini undirskriftir í túsundatali savnaðar at mótmæla ætlanini.
 Tað er einki serliga stuttligt at skula brúka so nógvar pengar til hetta, tað má eg viðganga, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
 Men ánarin hevur rætt til at fáa byggiloyvi, og tá tað er givið, so vendst ikki aftur. Hinvegin hava vit møguleikan at selja húsini aftur, um vit ikki ynskja at varðveita umhvørvið í miðbýnum, soleiðis sum hetta býráðið ynskir, sigur Heðin Mortensen, sum væntar, at teir høvdu fingið fimm milliónir aftur fyri húsini, um tað skuldi verið til slíkt endamál.
 Men eg eri fegin um, at húsini verða varðveitt. Mín hugsan er, at vit skulu lækka garðin móti Tinghúsvegnum, soleiðis at almenningurin fær atgongd til garðin. Har kann so fríðkast við benkrum og borðum, har fólk kunnu hugna sær góðveðursdagar, sigur Heðin Mortensen.
Enn er eingin avgerð tikin um, hvat Degnshús skulu nýtast til. Men tey skulu í øllum førum nýtast til okkurt viðkomandi virksemi, sigur Heðin Mortensen.
Men hóast fíggjarnevndin hevur samgtykt at keypa húsini  eftir samráðingar við eigaran  so skal málið fyri býráðið, sum endaliga skal gera av, um húsini verða keypt. Men vit kunnu rokna við, at samgongan hevur vissað sær meiriluta frammanundan.
Heðin Mortensen sigur, at tað er eftir tilmæli frá Byggi- og býarskipanarnevndini, at samráðingar vórðu tiknar upp við eigaran um keyp av ognini, og tað var júst við tí fyri eyga, at alternativið var at geva loyvi til stóra skrivstovubygningin, sum meirilutin í Tórshavnar Býráð altso ikki ynskir niðast á Tinghúsvegnum.
Eftir at málið í 2004 kom fram, mælti ovasti fornminnismyndugleikin, Steffen Stuman Hansen, landsantikvarur, Mentamálaráðnum til at friða ognina. Men hetta tilmælið var havnað í Mentamálaráðnum.
 Valið var tí heilt einfalt hjá okkum, tí nú skuldu vit gera av, um vit vildu varðveita umhvørvið í miðbýnum í Havn ella hava ein stóran skrivstovubygning í fimm hæddum niðast á Tinghúsvegnum. Vit hava so valt varðveitingina  og at gjalda fyri hana, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.