Nú skal ein bilur afturat keypast til sløkkiliðið og bjargingarfelagið í Vági.
Á býráðsfundi í Vági mikukvøldið varð einmælt samtykt, at kommunan skuldi hjálpa til við keypinum.
Ætlanin er at keypa ein jeep, sum í mesta lagið skal kosta 250.000 krónur.
Sløkkiliðið og Bjargingarfelagið skal sjálvt betala 60.000 krónur, og kommunan skal so hjálpa teimum við restini.