Skipakeyp
Væntandi er ikki, at Froya verður leingi verandi í føroyska fiskiskipaflotanum aftrat. Eigararnir, sum er P/F Knørrur, hava valt at keypa sær eitt nýggjari og betri skip heldur enn at umbyggja gamla Jógvan S, sum er stívliga 45 ára gamal.
Líkt er til, at Froya verður seld bíliga til Noregs.
Úr Avstraliu
Skipið, sum kemur í flotan fyri núverandi Froyu, er ein norskur línubátur, sum fiskar við Avstraliu, og sum skilst, er báturin farin undir longu leiðina heim til Føroya.
Tað fer helst at taka eini 45-50 samdøgur at sigla skipið upp higar.
Sum skilst á útgerðarmanninum hjá Froyu, Tórleifi Sigurðsson, er norski línubáturin bygdur eftir somu tekning, sum Stapin á Toftum.
- Eg havi skilt, at hetta er eitt fínt skip, bygt í Skagen í 1988.
Tvinnir kostir
Útgerðarmaðurin heldur, at teir, sum eiga Froyu, høvdu tveir kostir í at velja antin at umbyggja skipið ella at skifta tað út við eitt betri skip.
- Vit hava áður umbygt Pison, og nú hava vit eisini longt og umbygt Kvikk, og eg skilji væl, at menninir heldur velja at keypa sær eitt betri skip.
Tórleif sigur, at umbyggingin av Pison kostaði góðar 9 mió krónur í 2002, og umbyggingin og leingjanin av Kvikki kostar einar 7 mió krónur.
- Jú, eg trúgvi, at hetta er eitt skilagott keyp, tí hesin báturin er nógv nýggjari enn núverandi Froya, sigur útgerðarmaðurin.
Umsíðir fer hann
Tórleif er ein av eigarunum av Pison, Kvikki og útróðrarbátinum, Fiskimúla, men hann eigur einki í Froyu. Har er hann bara útgerðarmaður.
Spurdur, um hann framhaldandi verður útgerðarmaður hjá felagnum, nú teir fáa eitt annað skip, sigur Tórleif Sigurðsson, at tað dugir hann ikki at siga.
- Tað hevur so eingin sagt mær, at eg ikki skal vera útgerðarmaður, tá ið nýggja skipið kemur, sigur hann lítillátin.
Gamli Jógvan S hevur fleiri ferðir skula av landinum, men nú bendir so alt á, at hetta verður veruleiki.
Sum skilst, er norski línubáturin hjá P/F Knørri keyptur fyri einar 10,5 mió krónur, og væntandi kostar tað einar 2-3 mió krónur at fáa skipið undir føroyskt flagg.