Eg merki lítið til jólaresið, sum eg ofta upplivi í Føroyum, sigur Maria við Neyst úr Klaksvík, sum saman við argentisnka manni sínum og soni teirra, heldur jól í Argentina í ár.
Jólini hjá lítlu familjuni verða hildin í 30 til 35 hitastigum í býnum Posadas, Misiones, sum er eitt tað heitasta staðið í Argentina. Har verður tó nógv stákast til jóla, og nógv tiltøk eru hjá familjum at fara til. Tó er tað einasta Maria skal keypa ein gáva til sín egna son.
- Tað sum skal ordnast til jóla er at keypa jóladøgurðan, og gávur einans til síni egnu børn, greiðir hon frá. Júst hetta er ein stórur munir millum jól í Argentina og jól heima, hetta at jólagávurnar undir jólatrænum ikki fylla so nógv.
24 desember fór fram við, og í Argentina lurtaðu tey eftir jólatónleiki meðan tey gjørdu klárt til døgurðan seinni um kvøldið, sólaðu sær, spældu fótbóltstennis og slappaðu av. Tey sótu uttanfyri í hitanum og ótu jóladøgurðan kl 22, tí tá er vanligt hjá argentinarum at eta, sigur Maria. Tey fingu grillaða oksasteik til matna og omaná fingu tey karamellrand, sjokulátabuding og frukt.
- Beint áđrenn miðnátt pakkaðu børnini gávurnar upp, og á midnátt skálaðu vit og skutu fýrverk. Her er líka nógv fýrverk á jólum sum tað er á nýggjársaftan. Síðani koyra vit tónleik frá, dansa og hugna okkum saman viđ familjuni, sigur Maria.










