Í hálvt annað ár hevur uttanríkisráðið í Oslo biðið myndugleikarnar í Kolombia um eina frágreiðing um mannagongdina, sum verður nýtt, tá børn á privatum kolombiskum barnaheimum verða ættleidd av landinum.
Enn er eingin frágreiðing komin, og tí hava norsku myndugleikarnir gjørt av, at fyribils verða ikki fleiri børn, sum eru á privatum kolombiskum barnaheimum, ættleidd til Noregs.
Upprunin til málið er, at norskir myndugleikar hava illgruna um, at tey privatu barnaheimini keypa børn frá foreldrunum og ættleiða tey síðani av landinum. Barnaheimini krevja 42.000 norskar krónur fyri hvørt barnið. Tað eru nógvir pengar í Kolombia, har nógv fólk eru fátæk.










