Betri Banki hevur nú keypt ein fjórðing av Suðuroyar Sparikassa. Tað sigur Betri Banki í eini fráboðan í dag.
Í sambandi við at partapeningurin í Suðuroyar Sparikassa varð hækkaður í 2012 fyri at brynja Sparikassan til framtíðarkrøv, varð eisini lán tikið til endamálið. Avtalan var, at lánið kundi gjaldast aftur við partabrøvum í Sparikassanum og úrslitið av hesum er nú, at ført til, at Betri Banki nú eigur 25 prosent av Suðuroyar Sparikassa.
– Suðuroyar Sparikassi hevur ein tryggan marknaðarpart í Suðuroy, so vit vóru ikki í iva um at taka av, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka. Hann sigur, at tey eru eitt serføroyskt samtak, ið bara virkar á føroyska marknaðinum, so hetta var ein sjálvsagdur møguleiki at gera eina íløgu í Føroyum.
Bæði Jean Djurhuus og Søren L. Bruhn, stjóri í P/F Suðuroyar Sparikassa, síggja hetta sum ein møguleika at menna eitt samstarv til gagns fyri kundarnar. Enn eru møguleikarnir ikki viðgjørdir, men Søren L. Bruhn leggur aftrat, at viðskiftafólk í Suðuroyar Sparikassa kunnu fáa ágóða av einum tættari samstarvi við Betri Banka, eins og við onnur í føroyska fíggjarheiminum.
Søren L. Bruhn vísir á, at hóast Betri Banki nú verður partaeigari í Suðuroyar Sparikassa, fær hetta ikki ávirkan á, hvussu Sparikassin verður rikin og skipaður, tí hetta ávirkar ikki ræðisrættin yvir sparikassanum.