Tilvitandi brúkarin setur stór krøv, og vinnan ger alt fyri at møta tørvinum. Fyritøkur, sum ynskja at branda seg sum burðardyggar, vísa til dømis ikki bara á, at vøran er vistfrøðiliga framleidd. Nú hevur tað eisini týdning, um vøran hevur ferðast langt, og hvussu hon hevur ferðast. Samstundis hevur vistfrøðin breitt seg frá matvørum til aðrar vørur, meðan summir brúkarar heilt venda keypsmentanini bakið og royna at liva uttan at keypa nýtt yvirhøvur.
Visjón 2012
Fyrst í hesum árinum almannakunngjørdi stóra bretska handilsketan Marks & Spencer eina vistfrøðisætlan, ’Plan A’. Fyritøkan hevur sett sær nøkur ítøkilig visjón 2012 mál, og hevur í hesum sambandi sett tvær milliardir krónur av til endamálið. Handilsketan lovar millum annað at keypa so nógvan mat sum møguligt úr Bretlandi og Írlandi, at keypa minni inn av mati, sum verður fluttur við flogfari, og at matur, sum verður innfluttur við flogfari, verður týðiliga merktur sum ’innflogin’.
Vistfrøðiligar Levi’s
Ikki bara matvøruhandlar kappast um at vísa sína grønu síðu. Klædnaídnaðurin hevur eisini fangað rákið. Levi’s Straus & Co. er ein av fyritøkunum, sum nú eisini selja vistfrøðiliga vøru. Í fjør bar sostatt til at ogna sær einar av vælumtóktu Levi’s kovboybuksunum í vistfrøðiligari útgávu. Sølan hevur verið somikið góð, at fyritøkan ætlar at økja um grønu framleiðsluna.
Eitt annað dømi um grøna rákið er handilsketan Hennes & Mauritz, sum í mars mánaði í ár kom við einari nýggjari ’grønari’ kollektión. Hetta eru klæðir, sum eru framleidd úr vistfrøðiligum bummull.
Sama kjóla alt árið
Samstundis sum vinnan grønkar, og vistfrøðin er vorðin mainstream, so flyta fólk og felagsskapir nýggj mørk. Í USA finnast millum annað fleiri sonevndir ’Compact’ stuðulsbólkar, har fólk geva lyfti um ikki at keypa nakað nýframleitt í eitt ávíst tíðarskeið. Internetið spælir ein stóran leiklut at knýta hesi fólk saman. Heimasíðan littlebrowndress.com er eitt dømi um hetta. Ein ung kvinna í Seattle avgjørdi, at hon ikki skal keypa sær nýggj klæði í eitt ár. Hon seymaði sær ein brúnan kjóla, og frá juli 2005 til juli 2006 førdi hon logbók við myndum av, hvussu tað var at liva 365 dagar í einum og sama kjóla.
Myndir og myndatekstir til Grøna rákið:
Nú ber til at keypa sær einar Levis buksir við góðari vistfrøðiligari samvitsku.
Nakrir brúkarar venda keypsmentanini bakið og vísa hvussu til ber at liva veruliga grønt. Eitt nú við at vera í sama kjóla í 365 dagar.