Grøna lyklarholið er almenna norðurlendska heilsumerkið, sum lættir um, tá vit fara til handils og ynskja eitt sunnari alternativ.
Lyklarholið vísir, at matvøran, samanborin við aðrar vørur av sama slag, hevur:
Minni og sunnari feitt
Minni sukur
Minni salt
Fleiri kostfipur og fullkorn
Tí loysir tað seg ofta at leita eftir grøna lyklarholinum, tá tú fert til handils.
Tó skalt tú vera varug við, at tað er upp matvøruframleiðaran sjálvan, um hann vil hava lyklarholið á vøruna. Sostatt skalt tú sjálv halda eygað við um vøran við lyklarholinum í veruleikanum er tann sunnasta.