Keyp Sosialin í leysas-ølu á netinum

Lætt og ómakaleyst ber til at keypa Sosialin í pdf-útgávu á internetinum

Í farnu viku var liðið eitt ár síðani, at Sosialurin lá tøk-ur á internetinum í eini pdf útgávu. Tað merkir, at til ber at keypa sær atgongd til Sosialin á netinum, har tú sært blaðið, júst soleiðis, sum tað sær út í veruleikanum. Til ber at lesa blaðið á telduni ella at prenta síðurnar út.

Tað var tann 7. mai í fjør, at fyrsta blaðið varð lagt út, og síðani tá eru øll bløðini løgd afturat savninum. Tú fært at-gongd til pdf-Sosialin við at keypa tær atgongd á kiosk.sosialurin.fo

Tað eru tríggir ymsir møg-u--leik-ar. Tú kanst keypa tær at-gongd í ein dag. Tað kost-ar 13 krónur. Men tá hevur tú atgongd til alt savnið – og tú kanst lesa higartil øll tey 260 bløðini í savninum. Men tá er atgongdin bara gald-a-ndi í ein dag.

Tú kanst eisini keypa tær eitt mánaðarhald. Tá hevur tú atgongd til savnið í ein mán-að. Hetta kostar 150 krón-ur fyri mánaðin.

Triði møguleikin er, at tú keyp-ir tær eitt árshald. Tað kost-ar 1.000 krónur, og tá hev-ur tú atgongd til savnið í eitt heilt ár.

Tað er sera einfalt at keypa sær atgongd um-veg-is int-er-net-ið. Tú rindar við gjald-korti, lætt og ó-m-a-k-a-leyst.

Við at keypa eitt blað spar-ir tú tvær krónur í mun til leysasøluprísin. Tó leyg-ar-dag fýra krónur. Vit at keyp-a tær eitt mánaðarhald ella árshald, verður sparing-in munandi størri, tí við árs-hald-inum kemur tú niður á 83 krónur um mánaðin – og tað er niðan fyri fýra krónur fyri blaðið.

Tað eru 11 ár síðani, at Sos-ial-urin gjørdist tøkur á int-er-net-inum við Int-er-net-Sos-i-al-i-num. Alment varð Int-er-n-et-Sosialurin lagdur á net-ið 27. november í 1997, og har eru bløðini tøk frá sep-tem-ber 1997 til dagin í dag. Munurin millum int-er-net-út-gáv-una og pdf-út-gáv-u-na er, at í internetútgávuni er bara tekstur og einstakar mynd-ir, meðan tú í pdf-út-gáv-uni hevur alt tað sama, sum í prentaðu útgávuni, tí her er talan um eitt kopi av prentaðu útgávuni.

Tað eru serliga tey, sum ikki hava so lætt at fáa hend-ur á blaðnum, útisetar og fólk sum ferðast, sum hava ser-liga gleði av pdf-út-gáv-uni og internetútgávuni av Sos-i-al-inum. Pdf-útgávan av dagsins blað er vanliga tøk stutt eftir klokkan 13, tá blað-ið er farið til prent-ing-ar.

Sosialurin fæst í fýra yms-um útgávum:

Prentaða blaðið, sum fæst í leysasølu og sum tú kanst tekna teg sum haldara av.

InternetSosialuin – www.sosialurin.fo

Pdf útgávan – kiosk.sosialurin.fo

SkipsSosialurin, sum er eina útgáva av Int-er-net-Sos-i-al-i-num, sum verður send sum teldupostur. Tað eru ser-liga sjófólk, ið nýta hend-an møguleikan, tí teirra at-gongd til internetið ofta er avmarkað.

Tíðindi frá Sosialurin og Rás 2 kunnu eisini lesast á port-alinum, www.portal.fo og sum Flags í fartelefonum frá Føroya Tele.