Keyp seinasta atgongumerkið til Bryan Adams

Útselt er til konsertina við Bryan Adams á Tórsvølli í kvøld, men ein kjansur er eftir. Miðlahúsið selir seinasta atgongumerkið á uppboðssølu á Rás2 seinnapartin. Pengarnir fyri atgongumerkið fara til vælgerandi endamál Ætlaði tú tær á konsert við Bryan Adams, men hevur einki atgongumerki, so hevur tú ein kjans eftir at ogna tær atgongumerki.

 

Øll atgongumerkini eru seld í forsølu, men Rás2 bjóðar nú seinasta atgongumerkið út í fríari uppboðssølu. Tú kanst senda títt boð í sms til 559999. Fylgt verður við uppboðssøluni í seinnapartssendingini á Rás2 millum klokkan 15.05 og 18.00 dag.

 

Pengarnir, sum fáast fyri atgongumerkið, verða lætnir barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.