Keyp og hoyr á netinum

Fløgan hjá Teiti Lassen fæst ikki til keyps í Føroyum fyrr enn í september, men hon fæst á internetinum

Fløgan hjá Teiti Lassen, sum kom út í USA í gjár, verður ikki at fáa í føroysku handlunum enn. Fløguhandilin 3-arin í SMS upplýsir, at fløgan ikki verður at fáa í Føroyum fyrr enn fyrst í september.

Eru fólk ótolin ber kortini til at ogna sær hana. Fleiri fløguhandlar eru, sum selja fløgur umvegis internetið og Teitur er eisini til sølu fleiri staðni. Teirra millum eru awarestore.com og vh1.com.

Á teimum síðunum eru eisini samrøður við Teit at lesa og til ber at hoyra brot úr fløguni.