Keyp frá Vøruhúsinum á Hjalla á netinum

Í øðrum londum er alt meiri vanligt at fyritøkur hava heimasíðu, sum gevur kundunum møguleika at keypa beinleiðis um Internetið. Hetta er ikki vanligt í Føroyum, men sum ein av teimum fyrstu fyritøkunum í landinum, hevur Vøruhúsið á Hjalla lagt príslista sín á netið

Internetið er annað enn bert eitt savn av upplýsingum. Í øðrum londum, tað byrjaði vist í USA, verður tað eisini brúkt til handil. Kundarnir fara inn á heimasíðuna og haðani velja teir vørurnar, sum teir skulu hava. Goldið verður eisini á netinum við kredittkortum, so tá vøran kemur fram, er hon longu goldin.

Okkum kunnugt hevur enn eingin føroysk fyritøka givið sínum kundum henda møguleika, men tað er ikki óhugsandi at okkurt er ávegis.

Sum ein av teimum fyrstu førsku fyritøkunum hevur Vøruhúsið á Hjalla lagt príslistan, sum vanliga verður sendur í hvørt hús einaferð um mánaðin, út á heimasíðuna hjá fyritøkuni.

Hvør síða er løgd út fyri seg, so tað ber í roynd og veru til at blaða seg gjøgnum príslistan á netinum.

Men ikki nóg mikið við tí. Um so er, at onkur kundi ikki stendur fyri freistingini, so ber eisini til at bíleggja vørurnar um telefon ella um teldupost. Eitt spennandi tiltak, men hvørjar ætlanir hevur Vøruhúsið á Hjalla við tí.

- Vit kunnu siga, at hetta er ein roynd, fyri at vita um tað er nakar áhugi fyri at keypa inn gjøgnum internetið, sigur Jóannes Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum á Hjalla.

- Vit hava allar upplýsingarnar, sum standa í príslistanum, á eini fløgu, og tí var tað lætt at brúka tað tilfari til netið eisini.

Men hann leggur dent á, at tiltakið í fyrsta umfari bert er ein roynd, fyri at fáa eina hylling á, um áhugin er til staðar.

- Nú kunnu kundarnir í frið og náðum sita og hyggja at vørunum á internetinum og um so er at teir eru áhugaði í onkrum, so ber til hjá teimum, at bíleggja vøruna um teldupost. Enn er skipanin ikki so framkomin, at tú kanst gjalda um netið eisini og tað er ein spurningur um vit fara so langt. Sum tíðin fer, fáa vit at síggja um áhugin yvirhøvur er til staðar fyri slíkum handli.

Men hví brúka netið, er tað tí, at tað er ov dýrt at senda príslistan í hvørt hús?

- Kostnaðurin fyri at senda príslistan út er júst hækkaður rættiliga nógv, men í fyrsta umfari hevur tað einki við tað at gera. Sum eg segði í áðni, so var hetta ein møguleiki, sum var tøkur, og sum ikki gav serliga nógv eykaarbeiði av tí at vit høvdu alt tilfari tøkt á fløgu. Men er tað so, at tað kastar nógv av sær, so kann tað gerast eitt alternativ, sigur Jóannes Mouritsen.