Keyp eina ASFALT troyggju

Í sambandi við ASFALT tiltakið hava fyrireikararnir latið gera Asfalt-brosjur og Asfalt t-troyggjur við tí nýmótans og metro kenda búmerkinum hjá Asfalt.

 T-troyggjurnar og brosjurnar fáast fyri ein bíligan penga í Kunningarstovuni í Havn. Brosjurnar kosta 5 kr., t-troyggjur til børn kosta 50 kr. og t-troyggjur til vaksin kosta 80 krónur.
 
Tað er lýsingafyritøkan Reproz, ið hevur sniðgivið búmerkið og uppfunnið heitið á tiltakinum. Heitið ASFALT skal vísa, at talan er um eitt tiltak, sum fer fram í einum nýmótans býi. Alt konseptið hevur ein urbanan dám, ið skal fáa fólk at hugsa um café, stiletthælar o.s.fr.