Keyp bilin hjá pávanum

Pávin selur sín Fiat-bil

Um tú leitar eftir einum góðum brúktum bili, har eigarin hevur hildið bilin væl, so er hetta kanska rætti bilurin til tín.

Frans pávi hevur nevniliga sett bilin, sum hann brúkti á USA-vitjan í 2015, til sølu. Tá fekk hann ein Fiat 500L at ráða yvir og brúkti bilin í seks dagar.

Tá ið pávin fór heimaftur til Vatikanið, gav hann bilin til vælgerandi endamál. Bilurin skal nú seljast á uppboðssølu á bilastevnu í Philadelphia, og pengarnir fyri bilin fara til barnasjúkrahús í býnum.

Bilurin verður seldur 29. januar.