Shell í Føroyum fer nú undir eitt marknaðarátak, har tú fært ein Ferrari modellbil, hvørja ferð tú keypir bensin ella diesel á eini Shellstøð
Í dag byrjar ein tann størsta marknaðarherferðin hjá Shell nakrantíð, og heldur hon fram nakrar vikur fram yvir. Tilboðið sum Shell bjóðar sínum kundum, er ein ókeypis Ferrari-model bil, hvørjaferð kundin bunkrar bilin, á einari Shellstøð í Føroyum. Tað eru 6 ymisk Ferrari-modellir og eru allir bilarnir líka stórir og snøggir.
Shell hevur í nógv ár havt tætt tilknýti til Ferrari. Serliga hevur tað verið samstarvið um smyrjioljuna hjá Shell - Helix og Formul 1.
- Tað er sera stuttligt, at Shell í Føroyum, kann njóta gott av, at altjóða Shell hevur samstarv, við eitt so gott bilmerki sum Ferrari, sigur Niclas Heri Jákupsson, marknaðarleiðari hjá Shell.
Modelbilarnir sum Shell gevur sínum kundum, hava eina høga góðsku og kunnu
trekkjast upp, og á hendan hátt koyra sjálvir.