Í gjár lá norska skipið Key Fighter og pumpaði repjuolju - ella rapsolju - til Havsbrún í Fuglafirði. Sambært www.sprotin.fo er repjuolja olja, sum er fingin úr repjufræum.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, vitjaði umborð á Key Fighter við russiskum og enskum lesnaði, meðan skipið lá á Fuglafirði. Key Fighter, sum er 104 metrar langur og 17 metrar breiður, er bygdur í 1988.
Skipið kom úr Kaliningrad í Ruslandi við oljuni. Eigari er Fjord Shipping A/S í Måløya í Noregi, men skipið er skrásett á Malta. Við Key Fighter eru 13 mans úr fýra ymiskum londum.
Tað veit sjómanstrúboðarin í dag at siga á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.









