Key afturvaldur í Ný Sælandi

Forsætisráðharrin í Ný Sælandi, John Key, sigur, at hansara mið-høgraflokkur, National Party, hevur vunnið tjóðartingsvalið, sum hevur verið í dag. Hann legði afturat, at flokkurin er longu farin at hyggja seg um eftir samstarvsflokkum til eina samgongu.

Tann 50 ára gamli John Key hevur fingið nógv rós fyri at hava víst góð leiðaraevni í sambandi við tvær vanlukkur, sum hava verið í Ný Sælandi í ár.

Tann fyrra vanlukkan var, tá ein ógvusligur jarðskjálvti var í býnum Christchurch í februar. 181 fólk lótu lív. Tann seinna var ein spreinging í einum kolanámi, sum kostaði 29 námsarbeiðsmonnum lívið.