FIFA skal nú taka støðu til, hvørt tað skal kosta leikbann, at Harry Kewell brúkti seg dekan ov nógv móti dómaranum, tá Australia sunnudagin tapti 2-0 móti Brasilia. Sambært týska dómaranum, Markus Merk, so bæði rópti og bannaði Kewell áhaldandi gjøgnum allan dystin, og nú skal Kewell sjálvur halda eina verjurøðu viðvíkjandi atburði sínum.