Kevin heldur fram í HB

Venjaratoymið hjá HB verður óbroytt til komandi kappingarár

HB boðar í dag frá, at venjaratoymið verður óbroytt til komandi kappingarár. Jens Berthel Askou hevur sáttmála fyri komandi kappingarár eisini, og Kevin Schindler nú eisini longt sáttmálan. Saman við Sebastian Dam, kropsligum venjara, halda teir allir fram

Sermerkt við Kevin Schindler er, at hann er ein fyrrverandi Bundesliga-spælari, sum eisini hevur spælt á týska U21 landsliðnum. Hann er bara 32 ára gamal, men hann trívist væl í Føroyum og ynskir at halda fram.

– Fyri meg var tað týdningarmikið at arbeiða við leikarum sum vilja læra. Og eg vil geva mítt íkast til venjaratoymið, og vera við í menningini. Bæði av leikarum og av liðnum sum heild. Hetta er stuttligt at vera ein partur av, og hesir leikararnir arbeiða hart. Hetta vigaði sjálvsagt nógv í mínari avgerð um at taka eitt ár afturat. Harumframt trívist eg væl í Havn og í HB. Øll eru sera hjálpsom, og tað er nakað sum eg seti stóran prís uppá, sigur Kevin Schindler við hb.fo.

Undan hesum kappingarárinum hevði HB bara tíggju spælarar við sáttmála, og alt var eitt sindur óvist. Nú er felagið í holt við at fyrireika komandi kappingarár eisini. Fleiri spælarar hava longt fyri komandi kappingarárini.

– Eg eri ógvuliga fegin um at Kevin hevur valt at takka ja til ein nýggjan sáttmála. Vit hava eitt fantastiskt samstarv, og eru samdir um hvussu vit vilja menna liðið og felagið. Hann er øgiliga nágreiniligur í tí hann ger, og hevur ment seg nógv sum venjara hetta seinasta árið. Hann hevur eina fortíð sum yrkisleikari, og tað sæst aftur í hansara arbeiðslagið. Nakað, sum kemur bæði mær, og felagnum til góðar, sigur Jens Berthel Askou.