Tað er sjón fyri søgn, at Kevin Schneider av álvara hevur megnað at blása lív aftur í HB spælararnar. Í fjør vann hann hjálparvenjari. Tað hevur hann eisini verið stóran part av árinum, men seinastu vikurnar hevur hann havt høvuðsábyrgdina, og tað skal valdast, sum tað hevur eydnast honum at skumpa undir og fáa fínu spælararnar at vísa tað, sum teir áður hava víst.
Ein av teimum, sum hevur spælt lítið í kvøld, og sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, var Michal Przybylski. Hann takkaði fyri og skoraði eftir lítlari løtu kring steðgin til 1-0 og 2-0.
-Eg havi sagt við allar spælararnar, at eg rokni við teimum, og at vit hava brúk fyri teimum. Í kvøld fekk Michal Przybylski møguleikan millum teir fyrstu ellivu, og hann tók av. Bæði tí hann spældi væl, og tí hann skoraði tvey mál, tá ið tað var sera týdningarmikið. Sjálvsálitið vaks dygst undan steðginum, tá ið vit skoraðu. So tosaðu vit um, at nú var neyðugt at halda tørn og koyra á, og so vaks sjálvsálitið uppaftur meiri, tá ið vit eftir lítlari løtu skoraðu trý mál og øktu til 4-0.
Nú havi eg sagt við spælararnar, at teir skulu fegnast um sigurin í kvøld og í morgin, og so fara vit sunnudagin undir fyrireikingarnar til dystin á útivølli.