07 Vestur hevur skrivað sáttmála við norðmannin Kevin Egell-Johnsen. Hann er 23 ára gamal og sum høgri vongbakkur. Hann er uppvaksin í Stathelle í Noregi, sum liggur nær Sandefjord.
Í 2022 vóru Kevin og Gilli Rólantsson liðfelagar í ODD. Kevin hevur eisini verið liðfelagið hjá John Fredriksen í Arendal, skrivar 07 Vestur.
- Í 2017, sum 17 ára gamal, kom hann til ODD. Hann spældi nógvar dystir á næstbesta liðnum hjá ODD, til hann í 2019 fekk sáttmála sum yrkisleikari. Tá Kevin skrivaði undir yrkissáttmála við ODD, segði hann, at sjálvt um hann spælir sum høgri bakkur, dámar honum best at koma fram at skjóta innlegg, skriva 07 Vestur og leggur afturat:
- Venjarin hjá ODD segði tá, at Kevin er ein spælari við góðum fysikki. Hann er sterkur, harður, hevur “drive” og er ferðmikil. Kevin verður lýstur sum ein vongbakkur við modernaðum spælistíli.
Kevin Egell-Johnsen hevur spælt 10 dystir í bestu norsku deildini, 19 dystir í næstbestu norsku deildini og 88 dystir í triðbestu deildini.











