Tað eru eftirhondini fleiri ársins spælara heiðrar í Premier League, men PFA Player og the Year er nokk størsti heiðurin, tí tað eru spælararnir í Premier League, sum atkvøða.
Vinnarin hesa ferð er Kevin De Bruyne úr Manchester City. Hann legði upp til tjúgu mál í farna kappingarári, sum er ein tangering av metinum hjá Thierry Henry fyri flest upplegg. Hann er fyrsti spælarin úr Manchester City, sum vinnur heiðurin. Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, hevði fyrr sagt, at slíkir heiðrar bara eru fyri spælarar hjá Liverpool. Hetta bleiv sagt í samband við, at Mohamed Salah vann heiðurin, tá Manchester City vann meistaraheitið.
Kevin De Bruyne vann heiðurin frammanfyri Jordan Henderson, Virgil van Dijk, Trent Alexander-Arnold og Sadio Mané, sum allir vunnu Premier League við Liverpool. Trent Alexander-Arnold úr Liverpool er kosin til ársins unga spælara. Premier League aftur komandi vikuskiftið.