Kettulógin í Nólsoy hevur riggað væl

Í Nólsoy hevur hvørt húski hægst loyvi til at hava eina kettu gangandi úti. Mann kann gott hava fleiri kettur, sum bara ganga inni. Kettan skal vera skrásett, kippmerkt, geld og hava hálsband. Kettur, ið ikki eru skrásettar í Tórshavnar kommunu, hava ikki loyvi at ganga í Nólsoy.

 

Hendan lógin varð sett í gildi av Tórshavnar kommunu í 2014, aftaná nólsoyingar høvdu viðtikið tað á grannastevnu. 

 

Tað var áðrenn hetta stórur trupulleiki í Nólsoy við kettum, tí har vóru so nógvar kettur, og tær tóku so nógvan fugl. 

 

Sambært ringmerkingaratlassinum frá 2013 vórðu heili 27% av fráboðaðu ringmerktu drunnhvítunum í Nólsoy dripnir av kettu. Hjá gráspurvunum var talið 19% og heili 50% fyri ein flytifugl, sum til dømis munkin.

 

Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur og nólsoyingur, mælti til at fáa hesa lóg í lag fyri at fáa tamarhald á støðuni við kettum á oynni. Hann heldur, at forboðið hevur gjørt sóran mun. 

 

- Lógin hevur heilt sikkurt gjørt ein stóran mun. Serliga tað, at ketturnar skulu vera geldar, hevur riggað væl. Fyrr høvdu onkur húski upp til fýra kettur, sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Jens-Kjeld meinar ikki, at har burdi verið nøkur ketta yvirhøvur í Nólsoy, tí hann sær enn drunnhvítar, sum verða tiknir av kettu. 

 

- Fyrr plagdi eg at finna upp til 30 drunnhvítar í Urðini, sum vórðu etnir av kettu. Tað var heilt vanligt. Men mann sær tað av og á enn, hóast tað ikki kann samanlíknast við fyrr, sigur hann, og leggur aftrat, at um kettan helt seg inni hjá fólki, hevði eingin trupulleiki verið.

 

Djóraverndarfelagið sóknast eftir einum betri skipaðum kettupolitikki í føroysku kommununum, og tók í gjár Nólsoynna sum dømi. Nógvu villu ketturnar í Føroyum eru ein nógv størri trupulleiki, enn mann heldur, og tað er hjartaskerandi søgan um frensin Rapp eitt dømi um.