Drepið heldur kettlingarnar.
Hesi boðini komu hvørt heystið, lestrarárini hjá mær í Danmark. Kolonihavamentanin var tá í hæddini. Har úti vóru útløgukøttar. Teir fingu hesar fittu ketlingarnar, sum fólk tóku til sín, men illa bar til at taka ketlingarnar við sær inn í býin, tá farið var heim aftur.
Ketlingarnir vóru nú so vandir við at fáa mat í munnin, at teir kláraðu ikki at finna sær sjálvum føði. Teir høvdu tí pínst, til teir doyðu í hungri. Tí var frægari at geva teimum ein bráð-an enda.
Fólk eru sum ketlingar í nógvar mátar. Fáa tey ov nógv upp í hondina fyri einki, maktast áræðið at gera nakað sjálv.
Svartabók
Amerikumenn og danir vistu hetta fullvæl, tá teir í 60-unum løgdu ráð saman at sissa føroyingar, so hernaðarútgerð kundi setast upp í Føroyum. ? Tað skuldi egnast so mikið, at føroyingar fingu hvørkraband, so teir gjørdu av við seg sjálvar, um teir táttaðu í. Veitast skuldi so mikið, at føroyingar kláraðu ? »to hang themselves«.
Vorið sum hjálp at fáa!
Henda »hjálp« endaði í blokkstuðlinum.
Hjælp til selvhjælp
Hetta hoyra vit umaftur og umaftur, tá danir hjálpa tilafturskomnum londum. Tey skulu koma so mikið uppundan, at tey klára at manna seg sjálv og standa á egnum beinum.
Tað er tí ørkymlandi at hoyra fleiri danskar politikarar jabba upp í saman, at fáa vit sjálvstýri, sum minnir um loysing, verður kubbað á stokkinum ? vit fáa eina stutta skiftistíð ? blokkin fáa vit 3 ár aftrat.
Hava danskir politikarar virðing fyri sær sjálvum, hálsa teir um.
Tað er heilt burturvið at geva Føroyum nógv verri kor, enn teir unna øðrum tjóðum.
Verður samsvar við tað, danir veita øðrum, tá vit eina sømiliga skiftistíð, sum hvørki er ov stutt ella ov long ? ja kanska ein kapitaliseraðan blokk.
Óli Mikkelsen










