Ketsjararnir fram aftur

Føroysku tennisspælararnir fóru aftur í eldin í gjár. Singlurnar fóru í gongd fyrrapartin og um 11 tíðina, spældu føroysku spælararnir fyrsta dystin

Guernsey: Í gjár var tíð hjá føroysku tennisspælarunum at finna ketsjararnar fram aftur, tí tá byrjaðu singlurnar hjá føroysku monnunum.
Tennisskráin er tó seinkað eitt sindur av tí, at tað regnaði so illa seinnapartin mánadagin, og vøllurin var so vátur.
Men ein tíma eftir ætlaðu tíðarskránni fór fyrsti føroyski spælarin á vøllin. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa nakað úrslit áðrenn evstamark.
Doublurnar vóru eisini á skránni í gjár, so tá dagurin var liðugur, høvdu allir føroysku tennisspælararnir verið á vøllinum.
Vit frætta meira um hesi úrslitini í blaðnum í morgin.