Keto-kostur hjálpir móti ‘kognitivari’ afturgongd

Meiningin við kostinum er, at kroppurin fer at brenna feitt og proteinir til orku

Keto-kosturin gongur út uppá at eta mat, ið ikki hevur nógva kolhydrat, men heldur sunt feitt. Fleiri sum fylgja kostinum gera tað fyri at tapa seg, meiningin við kostinum er at kroppurin fer at brenna feitt og proteinir til orku, sum so hjálpur einum at tapa seg. 

 

 

Granskarar hava tó funnið, at keto-kosturin eisini kann hjálpa menningini av heilanum, við at halda hann sunnan og ungan. 

 

Tað eru granskarar úr University of Kentucky á Sanders-Brown Center on Aging, sum hava funnið fram til at keto-kosturin kann verja móti afturgongd í menningini av heilanum. 

 

Keto-kosturin hevur eisini áður víst seg at minka um hjáárin av krabbameins viðgerðum.

 

 

Kanningarnar av keto-kostinum, sum hava víst seg at verja móti kognitivar afturgongd, eru gjørdar á mýs, og vístu seg at minka um beta-amyloid proteini í heilanum. 

 

Beta-amyloid proteinir byggja seg upp til eitrandi diskar, sum síðan avbyrgja millum neuronir í heilanum soleiðis at tær ikki kunna senda signal til hvørja aðra, og tískil doyggja. Hetta er tað sum leiðir til kognitivar sjúkur, so sum alzheimers, demens o.s.fr.

 

 

 

- Hendan kanningin er stórt framstig innan kliniskar royndir av kognitivum ólagi hjá eldri fólki, sigur Linda Van Eldik, leiðari á Sanders-Brown Center on Aging.

 

 

 

Meira nágreiniligur lestnaður av kanningini kann síggjast her: 

https://www.medicalnewstoday.com/articles/323345.php